Bárður Jákupsson teknaði í fleiri ár frímerki til Postverkið, sum eftir yvirtøkuna í 1976 fór at geva út føroysk frímerki. Heimskendi gravørurin Slania gjørdi sítt til, at føroysku merkini vórðu kend. Í 1978 tók Báður við sum leiðari fyri Listaskálan. Fyrsta takið var at umvæla húsið, sum var illa farin. Annað takið var at fáa skipað nýggja stovnin Listasavn Føroya og byggja nýggjan framsýningar-skála við stuðli úr ymsum ættum. Skálin var liðugur í 1993. Nú kundi Listasavnið arbeiða við bæði føstum og støkum framsýningum. Bárður hevur skrivað fleiri bøkur um myndlist og myndlistafólk.