Eftir uppskoti frá Bárði Jákupssyni varð útgerð til grafiskan verkstað útvegað Norðurlandahúsinum. Verkstaðurin var fyrst har, síðani í Listaskálanum og nú á Østrøm. Nógv útlendsk og føroysk listafólk royna seg har.Bárður hevði sína fyrstu eginframsýning saman við Bent Restorff, tá hann var afturkomin av Málaraskúlanum í 1973. Síðani hevur hann sýnt meir og minni fram á hvørjum ári ? ikki minst, síðani hann gavst í Listaskálnum. Hann hevur bæði prýtt bøkur og hús.Bárður heldur, at kritikarar eru alneyðugir fyri listina og listafólkini. Í so máta gongur fram á í Føroyum.