Bergljót av Skarði er uppvaksin úti í Grønlandi í Havn. Systkini vóru sjey. Foreldrini vóru sakførar-in Sigurð Joensen og lærarinnan Sigrið av Skarði Joensen.
Bergljót gekk í sunnudagsskúla og til skótar í Frelsunarherinum og stílaði eisini fyri ungdómsmøtum. Hon hitti Jákup Petersen úr Klaks-vík á studentaskúlanum og tey fingu Sólrun í 1968. Í Keypmannahavn búðu tey á studentabústaðn-um Sólbakkanum.
Bergljót kom heim aftur í 1976. Á ólavssøku hitti hon sín seinna mann Hans Marius Johannesen úr Dali. Síðani hevur hon verið nógv í Dali, har hon í dag hevur Putlhús.