Bergljót hevur áhuga fyri bókmentum, sum hava verið partur av hennara faki sum studentaskúla-lærari í enskum og føroyskum. Hon hevur í fleiri ár havt sín egna blogg, har hon ummælir og um-røður bøkur og leikir. Hon fegnast um, at skúlanæmingar brúka bloggin.
Bergljót hevur júst fingið sæti í málráðnum. Hon hevur áhuga fyri at varðveita føroyskt sum mál. Nakað skjótt kemur ein stavsetingarorðabók frá ráðnum. Bergljót er vermamma danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen. Hann er ein fittur fýrur, men tey tosa ikki nógv um politikk.