Bergtóra Hanusardóttir hevur frá ungum árum verið uppi í felagsarbeiði og rørslum. Lestrarárini var hon nevndarlimur í Meginfelag Føroyskra Studenta.
Fyrst í 70unum var hon virkin í Fólkafylkingini móti EEC og Kvinnum fyri friði, sum arbeiddu ávikavist móti føroyskum limaskapi í EEC og móti kjarnorkuvápnum.
Í 1976 var Bergtóra uppi í at stovna Kvinnufylkingina, sum setti mong mál á breddan við sínum arbeiðsbólkum og átøkum á kvinnudegnum 8. mars.
Bergtóra var seinni formaður í Kvinnufelagnum í Havn, limur í Javnstøðunevndini og luttók á fleiri kvinnuráðstevnum.