Bergtóra Hanusardóttir var limur í nevndini Demokratia árini 2006-2008. Demokratia kom burtur úr eini ráðstevnu, sum Útnorðurráðið helt í Føroyum.
Nevndin skuldi greina ætlanirnar at fáa føroyskar kvinnur upp í politikk. Bergtóra hevur skrivað bæði stuttsøgur og skaldsøgur.
Fyrsta royndin vóru stuttsøgur til kapping á kvinnudegnum 1986. Seinni gav hon út stuttsøgusavnið "Loynigongir." Fyrsta skaldsøgan var "Skert flog."
Íblásturin var omman, sum sat lamin alt sítt lív. Onnur skaldsøgan var "Suður dýpið reyða," og tann triðja hevði heitið "Burtur."