Nýggur gestur í Meg minnist verður Disa Christiansen í Nólsoy, ið er ættað av Skála. Hon býr í Krákumørkini. Har hittur hon mong útlendsk ferðafólk úr øllum ættum.
Disa vaks upp á Skála, haðani bæði foreldrini vóru. Mamman var Elsa Sofía f. Poulsen úr Trøðni á Ytra Skála. Disa er kallað upp eftir mammubeiggjanum Petur Christiani, sum gekk burtur undir krígnum.