Janus Jensen á Toftum verður nú í Meg minnist. Saman við øðrum er hann í holt við eina verkætlan at savna og lýsa staðarnøvn í Nes kommunu. Útgangsstøðið eru søvn, sum eru gjørd áður: Hetta nýggja verður útbygt á ymsan hátt. Úrslitið verður talgildað við kortum, nøvnum, søgum eins og myndum. Teir hava avmyndað pláss fram við sjóvarmálanum úr Runavík til Rituvíkar. Janus Jensen er læraralærdur. Ein spurningur av mongum á Toftum er, nær bygdin varð bygd.