Vit eru nú á Nesi. Prestagarðurin var ein týðandi miðstøð í Eysturoynni fyri ikki at siga í Føroyum. Próstur búði á Nesi í eini 400 ár. Í eldri tíðum hevði hann nógv tænastufólk til arbeiðis, í presta-garðinum, í bø og haga og á báti. Húskallarnir vóru á fjalli og til útróðrar. Høvuðshúsini á Nesi vóru leingi kirkjan, prestagarðurin og náðinsgarðurin á Torkilsheyggi. Smátt um smátt fóru fólk at seta seg niður í bygdini við vælvild frá prestinum, og bygdin vaks alsamt. Ein søgn er, at Heini Havreki kom á land í eini vík eystanfyri Nes. Til søgunia hoyra nakrar bátsvanlukkur.