Eystan fyri Eystnes er eitt staðarnavn Gulenni. Har fór eitt skip á land í 1856. Við skipinum var keypmaðurin Thomas F. Thomsen, sum sama ár keypti kongliga handilin handilin á Tvøroyri. Høvuðsevni í hesi sending eru niðursetubygdurnir Æðuvík og Rituvík. Fyrstu fólkini settu seg niður í Rituvík í 1873. Tey vóru av Toftum. Fyrstu niðursetufólkini í Æðuvík vóru av Nesi og settu seg niður í 1897. Rituvíkingar drivu nógvan útróður og mangan bóru konufólkini fiskin inn í Heiðar til handilsmannin Per í Heiðunum. Kend støð nærhendis Æðuvík eru Tinghellan og Árting.