Skiparin á flakatrolaranum ?Ennibergi? seinastu 20 árini, Sonny Johannesen í Havn, verður nýggjur gestur í Meg minnist. Sonny fór til skips 14 ára gamal. Skúlaskipið var trolarin ?Brandur Sigmundarson?. Hann búði síni fyrstu ár í Skopun, men húskið flutti í 1956 til Havnar at búgva. Mamman var Semona Jakobsen úr Skopun og pápin Andrias Johannesen úr Hvannasundi. Í Skopun luttóku børnini í arbeiðnum í bø og haga, men Sonna dámdi eisini væl niðri við sjógvin. Í Havn var hann í haganum við teimum grønu skótunum og kríggjaðist sum hinir dreingirnir.