"Tað er ikki bara sum at siga tað at gevast við øllum hesum her", tekur Edmund Joensen til, nú hann eftir mong ár á fólkatingi, løgtingi og í landsstýri er givin í politikki. Hevur nú sum fólkatingsmaður eisini verið limur í Norðurlandaráðnum og í fólkatingsins uttanríkispolitisku nevnd. Dagliga starvið á fólkatingi hevur fyrst og fremst verið at røkja føroysk áhugamál her. Nú hann gavst, tagnaði telefonin skjótt, men hann arbeiðir framvegis av fullum huga fyri náttúrlundini í Sundalagnum. "Nógv er eftir at gera", sigur Edmund Joensen.