Jógvan Jensen í Havn hevur allar dagar fingist við ítrótt. Íðkaði fleiri ítróttagreinir og var lærari í ítrótti á Læraraskúlanum. Mamman var Anna Rasmussen av Sandi og pápin var bilstjórin Ansgar Jensen, hálvur fugloyingur og hálvur sumbingur.
Egga vaks upp millum skansadreingir og fór í HB og SSB. Við skótunum var hann bæði í Onglandi og Danmark. Fyrsta dyst á 1. liði spældi hann í 1960.
Í Vejle gekk Egga í realflokki, háskúla og ítróttaháskúla. Áðrenn hann byrjaði á Føroya Læraraskúla í 1964, var hann við einum ØK-skipi á ferð í Australia.