Egil Hoydal og kona hansara, Ulla, settu seg niður sum lærarar í bygdini Sønder Sejerslev í Suðurjútlandi. Stundum høvdu tey farloyvi.
Í 80unum vóru tey í Bolivia, har Egil saman við inkaindianarum úr 42 bygdum á háslættanum bygdi eitt sjúkrahús, sum trongdi til.
Síðani hevur hann verið har fleiri ferðir og havt støðugt samband tann vegin. Ein verkætan var saman við næmingum úr Føroya Studentaskúla.
Seinni var Egil við í menningaarbeiði innan landbúnað í Russlandi, baltisku londunum, Uganda, Kenya, India og Bangladesh. Tey hava í nógv ár búð á Rømø í Vaðihavinum.