Einar Larsen var málmaður hjá TB eftir kríggið. Í 1947 hevði TB onki lið í landskappingini. Í 1948 vunnu teir 2. deild, og í 1949 var TB í hørðum dysti við HB um FM í 1.deild. HB lá til at vinna, men ein umdystur hevði við sær, at TB fekk møguleikan at vinna meistaraskapin. Stór gøla var burturúr.
Einar var í skótaliðnum Fløtt. Liðleiðarin Henning Thomsen skipaði fyri útferðum kring oyggjarnar. Einar var í dansiorkestrinum Stjørnumi, har elsti bróðurin Groth gekk undan. Annar spælari var eitt nú Arne Nolsøe. Í 70unum tók Einar Larsen stig til nýtt hornorkestur á Tvøroyri.