Seint í tríatiárunum fekk Tvøroyri vitjan av stóru týsku skúlaskipunum Horst Wessel og Gorsch Foch. Tey lógu á fjørðinum eina lítla viku. Hetta vóru spennandi dagar hjá tvørafólki.
Í áttatiárunum tóku Johannes Enni og Einar Larsen stig til eitt fornminnafelag. Byrjunarkapitalurin var avlopið frá eini framsýning, sum LISA hevði í Suðuroy. Fyrsta takið hjá fornminnafelagnum og bygdasavninum var at flyta og umvæla tey gomlu dokatarahúsini.