Eivind Weyhe arbeiddi í lestrartíðini sum hjálparmaður hjá Napoleon Djurhuus, magistara, úr Porkeri, ið saman við Christiani Matras stóð fyri at geva út stóra savnið Føroya kvæði. Har fekk Eivind hug at skriva spesiali um Hentze-savnið hjá Jóannesi í Króki á Sandi.
Ætlanin varð løgd fyri íslendska professaran Jón Helgason. Men hann segði nei, tí avrátt var, at Chr. Matras skuldi viðgera hetta evni. Tí hálsaði Eivind um og skrivaði serritgerð um føroyska táttayrking, ið var megininnihaldið í 6. og seinasta bindi av Føroya kvæði.