Eivind Weyhe hevur undirvíst á Fróðskaparsetri Føroya síðani 1980. Árini frá 1983 til 1998 umboðaði hann Fróðskaparsetrið í eini verkætlan hjá danska generalstabinum at gera nýggj kort ella máliborðsbløð fyri Føroyar.
Hansara lutur var at meta um staðanavnatilfarið, ið skuldi á kortini. Navnagransking fevnir vanliga um fólkanøvn og staðarnøvn, men onnur nøvn eru eisini áhugaverd, eitt nú miðanøvn og nøvn á seyðafylgjum.
Eivind Weyhe heldur, at Fróðskaparsetrið eigur at hava fólk í starvi, sum burtur av fáast við staðarnavnagransking.