Meðan hann las norðurlendsk mál í Keypmannahavn, hevði vágbingurin Eivind Weyhe á hondum øll tey føroysku kvæðahandritini, sum funnust í donskum søvnum. Tey flestu vóru á Árnasavninum og Kongliga bókasavninum. Eivind handfór øll handritini, tá tey vórðu kopierað. Tey røkka aftur til Svabosa tíð í 1700-talinum og fevna um nógv ymisk søvn og uppskriftir frá 1800-talinum. Serlig ferð kom á savnanina, tá danin H.C. Lyngby í 1817 hevði fingið snevilin av Sjúrðarkvæðunum millum føroyingar. Onkur av hesum søvnum eru nú í varðveitslu í Føroyum.