Tey av Kamarinum fingu í vár heiðurslønina Ársins tónleikabólkur á Faroe Music Awards. Heima hjá teimum av Kamarinum var altíð tónleikur og sangur.
Tey sjey systkini Hjørleif, Áslakkur, Nicolina, Eyðbjørn, Margreta, Ingolf og Jákup havi bæði spælt og sungið síðani eina ferð í 50unum. Tey spældu nógv til dans og veitslur og góvu eisini plátur út frá síðst í 50unum.
Jógvan Arge fer í trimum sendingum at práta við miðlingin Eyðbjørn av Kamarinum um tað virkna tónleikalívið hjá honum og systkjunum.