Tey av Kamarinum vuksu upp ovast í Conradsbrekku í Havn, har foreldrini undir krígnum keyptu tey prýðiligu húsini, sum Magnus á Kamarinum bygdi fyrst í øldini.
Hann var sjálvur ættaður úr grannahúsunum, sum pápi hansara Jákup á Kamarinum hevði bygt. Foreldrini hjá Teimum av Kamarinum vóru Olevina, ið var dóttir Magnus á Kamarinum, og Jóannes Jakobsen, sum var úr Geil í Skálavík.
Eyðbjørn fór úr skúlanum sum hálvvaksin og arbeiddi ymiskt. Eitt skifti á Bacalao, annað skifti við jørð og betong, áðrenn hann fór á skrivstovu.