Tónleikarin Eyðbjørn Jakobsen arbeiddi bæði hjá Gunnar Stokholm og Simma Musikkhúsi áðrenn hann fór undir sítt lívsstarv á Landssjúkrahúsinum. Hann var portørur í 40 ár, og í 25 ár var hann lærari í fyrstu hjálp hjá Reyða Krossi.
Leingi var hann álitismaður hjá portørunum og eitt skifti í nevndini í Havnar Arbeiðsmannafelag. Eyðbjørn var alla tíðina virkin í undirhaldstónleiki og á konsertum saman við sínum systkjum og øðrum.
Tey gjørdu spæliferðir bæði til Íslands og Danmarkar. Seinastu árini spældi hann mest keyboard, sum kundi avgreiða fleiri ljóðføri í senn.