Eyðun Joensen tók prógv í sálarfrøði ársskiftið 1972-73. Hann helt stóra kandidatveitslu, sum varð fíggjað av gomlu hýruni frá "Fimm systrum".
Ongi størv vóru til sálarfrøðingar í Føroyum. Fyrstu árini hevði Eyðun fleiri størv aftrat konsulenttænastu á Landssjúkrahúsinum.
Í 1976 fekk hann starv á Læraraskúlanum og seinni fast starv á Landssjúkrahúsinum. Fleiri ár var hann formaður í Filmseftirlitinum, sum góðkendi ella vrakaði allar biograffilmar.