Miðvingurin Hans Hansen var leingi ímyndin av flúgvingini hjá føroyska flogfelagnum Atlantic Airways. Hann var sum flogskipari við frá fyrsta degi 28. mars 1988 á farleiðini millum Føroya og Keypmannahavn.
Hans fekk tíðliga hug at læra til flogskipara, og í 1966 eydnaðist honum at sleppa inn á skúla í Tønsbergi í Noregi. Í 1968 tók hann prógv í Sandefjord og fór at flúgva fyri ymisk norsk flogfeløg.
Ein uppgáva var postflúgving til Týsklands, ein onnur at leita eftir kópi í Vesturísinum. Tá brúkti hann flogvøllin á Jan Mayen, har turbolensurin var ógvisligur.