Heini Davidsen brúkti sum ungdómur nógva tíð í Havnar Hornorkestri, hjá teimum grønu skótunum, í føroyskum dansi fyri børn og ikki minst á bókasavninum. Gekk í Kommunuskúla og Realskúla og tók studentsprógv í 1959.Heini Davidsen var ferðalærari í bóndabygdunum Syðradali og Norðradali, har ein nýggur heimur lat seg upp fyri honum. Fór seinni á læraraskúla og var eitt stutt skifti lærari í Havn. Hann og konan Vónbjørt úr Skúgvi fingu eina dóttir, sum var brekað, og fluttu til Danmarkar í 1968.