Í 1972 fekk Henrik Old tjans við Akraborg hjá Jákupi Joensen. Tveir mánaðir seinni beyð Jákup honum tjans sum stýrimaður við Nýborg, tí hann fór sjálvur í land. Henrik varð verandi í reiðarínum í 17 ár. Fekk tjans sum skipari í 1977. Væl lá fyri at fáa makrel við Hetland og sild í Norðsjónum. Menninir vóru næstan heil ár umborð á skipunum og sóu lítið til konu og børn. Í 1982 bjargaði Nýborg einum seglbáti, sum var um at søkka í Skagerrak. Síðst í 80'unum fiskaði Nýborg til fiskavirkið í Dakar í Senegal. Fiskur var at fáa, men lítið kom út aftur av virkinum.