Tann 70 ára gamli Heri Nolsøe verður í Meg minnist komandi sunnudagarnar. Hann arbeiddi í Føroya Sparikassa, til hann var 60 ára gamal. Hansara virkisøki var serliga innan menning av elektróniskum og øðrum tænastum.
Frá ungum árum spældi Heri Nolsøe fótbólt í HB. Tað gjørdi pápin eisini. Niels Pauli Nolsøe var av Tvøroyri og kom ungur til Havnar. Eitt arbeiðspláss hansara var Skipafelagið Føroyar.
Mamman var Emely, dóttir Víkar Rasmus í Fuglafirði. Hon arbeiddi á Bacalao og var nevndarlimur í Havnar Arbeiðskvinnufelag saman við eitt nú Andreu Árting.