Heri Nolsøe hevði í síni tíð nógv at gera við elektrónisku menningina í Føroya Sparikassa. Í 1975 varð av álvara farið at fyrireika online avgreiðsluskipan hjá øllum føroyskum peningastovnum.
Nú skuldi skíggin á borðið í staðin fyri blýant og pappír. Hetta varð sett í verk í 1979, tá farið varð við ferð inn í digitalu øldina. Síðani eru stigini tikin eitt fyri og annað eftir, og aftrat nýggju møguleik-unum hava verið stórar rationaliseringar.