Tann 93 ára gamli Jákup Mikal Mikkelsen á Toftum varð uppkallaður eftir pápa sínum, sum gekk burtur við toftaskipinum "Annu" í 1924. Pápin var av Toftum, og mamman Karolina Sofía var av Kjalnesi í Kollafirði. Abbi hennara hevði verið uppsitari og pápin røktingarmaður har.
Jákup Mikal fór til skips við toftasluppini, Elsu, í 1939. Teir málaðu dansk flagg á hana í Føroyingahavnini. Hann var aftur við "Elsu" í apríl 1940, tá hon fekk føroyskt flagg í Havn.