Jákup Mikal Mikkelsen á Toftum var sjómaður í 45 ár. 40 ára gamal fór hann á skiparaskúla í Havn. Eftir tað var hann yvirmaður í uttanlandssigling og við fiskiskipum.
Undir krígnum var Jákup Mikal fleiri ár í Íslandi við skipum og bátum, og frá 1947 til 1953 við toftasluppini "Oyrarskeri", sum svágrar hansara Jóhan Fossdalsá og Karl Hansen førdi. Nú fór hann við trolaranum "Havborgini", til hann fór upp á skúla.