Jóan Pætur Midjord er uppvaksin á Heygsbreyt, haðani nógvir dreingir komu á 1. lið hjá HB. Foreldrini vóru Louisa Davidsen úr Havn og Jákup Midjord úr Fuglafirði.
Jóan Pætur skipaði kvæði í barnadansi og almennum dansi í Sjónleikarhúsinum. Fleiri ár starvaðist hann á Lønjavningar-grunninum og vann nógv føroyameistaraskap í ymsum ítróttagreinum.
Tey fyrstu í fótbólti og borðtennis, síðani í hondbólti og badminton í mong ár og at enda í flogbólti.