Jógvan við Keldu hevur skyldfólk um allar Norðoyggjar: Pápin var úr Leirvík, mamman var úr Klaksvík. Pápin æt upprunaliga Theodor Samuelsen, men vildi fegin varðveita staðarnavnið við Keldu og fekk pápan at søkja um navnabroyting. Mamma Jógvan, Gigga, var fødd á Vágsheygnum. Pápi doyði, og hon vaks tí upp hjá reiðaranum Jóan Jakku av Viðareiði. Pápi Jógvan gekk í real-skúla í Havn. Mamman var fleiri ár í húsi bæði í Havn og í Keypmannahavn. Tey hittust hjá Jóan Jakku, tá Theodor kom at arbeiða har.