Uttastu húsini í Nesi í Hvalba vórðu bygd um 1900. Húsini bygdi Olivuri Schrøter úr Mylludamm-inum úti á Bønhúsfløtu. Hann hevði konu úr Nýggjustovu í Skálum. Olivur gekk burtur í 1919, tá báturin kollsigldi á Mjóanesi á veg aftur av útróðri. Fleiri møguleikar at byggja hús vórðu útvegaðir í Nesi, tá Rókatrøðin varð innløgd í 1916. Barnaheimið hjá Jóhannes Andr. Næs var miðstøð í býlinginum. Har var keypmanshandil, sum eisini tók ímóti útróðrarfiski til virkingar. Har var telefonin og somuleiðis sjúkrakassin.