Sjey nesmenn keyptu motorin "Jóhanna" í 1918. Hann varð brúktur til útróður og sigling av ymsum slag - eitt nú neyðsendarørindi upp á Tvøroyri. Í 20-unum leigaðu gøtumenn hann til várróður á Norðhavinum.
Í Nesi vóru Innara støð og Uttarastøð. Kundi skip sigla Hvalbiarfjørð, kundi bátur altíð fara úr Nesi til skipið. Kolaarbeiði hevur verið í Hvalba gjøgnum nøkur 100 ár. Kolið var avskipað av Rananum í Nesi.