Sunnudagin verður fyrsta sending í Meg minnist við tí 97 ára gamla Jóhannes Andreas Næs úr Nesi í Hvalba. Hann fer at siga frá býlinginum Nesi við frásagnum um fólk og hendingar. Pápi Johannes var handilsmaðurin Martin Næs. Mamman Julianna var av Hamri í Hvalba. Byrjað verður út eftir Støðlunum við Slokkunum og Sandbakkunum og gomlu Træbrúnni. Tey gomlu húsini í Nesi stóðu omanfyri gøtuna. Har verður byrjað inni í Trøðini og hildið fram undir Lítlahamar. Jóhannes Andr. Næs var lærari í Suðuroy í 20 ár til hann í 60unum varð settur sum ráðgevi í serundirvísing á skúla-fyrisitingini.