Jón Rasmussen úr Klaksvík og konan Valborg f. Brattaberg úr Vági hava í meir enn 15 ár virkað í Grønlandi. Hann sum verkfrøðingur og hon sum lærari. Tey fyrstu mongu árini vóru tey í Tasilak í Eysturgrønlandi. Jón hevði starv sum kommunuverkfrøðingur, meðan Valborg starvaðist sum lærari í fólkaskúlanum har. Kommunan fevnir um alla Ammassalik-leiðina við býnum Tasilak og fleiri bygdum, eitt nú Kulusuk og Kummiut. Fólkatalið er støðugt í økinum, men flutt verður av bygd í bý. Kommunan roynir eftir førimuni at menna liviumstøðurnar hjá fólkinum.