Í 20 ár sat Kári P. Højgaard í býráðnum í Runavík. Fleiri av hesum árum var hann formaður í havnarnevndini. Hann varð valdur í 1988, men gavst í 2008.
Hann helt, at býráðsarbeiðið og løgtingið hóvaðu illa saman. Eitt áhugamál hevur verið útróður. Eina ferð var hann læstur inni í lastini við kós til havs - og visti ikki síni livandi ráð.
Kári var formaður í Sjálvstýrisflokkinum í nógv ár og umboðaði hann í landsstýrinum frá 2011 til 2013. Hetta var spennandi tíð, men endaði við, at hann varð loystur úr starvi.