Sum byggiverkfrøðingur arbeiddi Mads Winther fyrst í Grønlandi og og síðani á Landsbyggifelagnum. Í 1976 fór hann at undirvísa á studentaskúlanum í Hoydølum. Tað var eitt strævið umskifti. Í 1993 tók Mads við sum rektari í Hoydølum. Hetta var heilt øðrvísi enn at vera lærari. Hølini vóru ikki nøktandi og arbeitt varð við fleiri loysnum at fáa nýggjan skúla, men illa gekst at koma á mál. Gott 60 ára gamal segði Mads upp. Síðani hevur hann røkt ymisk ítriv. Dansað tango í Dansifrøi og Suðuramerika og sungið í Manskórinum heima sum uttanlands.