Fyrsti gesturin í Meg minnist í heyst verður 95 ára gamla Mathilda Jacobsen á Dalavegnum. Hon hevur búð í Havn í 70 ár, men er ættað av Eiði, har hon varð fødd og búði síni fyrstu ár í gomlu Britustovu.
Ungdómsárini misti Mathilda eina systir, tveir brøður og mammuna. Hon tænti í Vestmanna og fór um krígslok til Havnar at arbeiða. Fekk arbeiði sum seymikona hjá skræddara og seymaði eitt mannaminni fyri klædnahandlar.
Mathilda giftist Peturi hjá Jákup Hans Jacobsen, sum var arbeiðsmaður og formaður hjá Tórshavnar kommunu í meir enn fimmti ár.