Gestur í Meg minnist verður nú eftirlønti skúlastjórin Niels Nattestad, sum hevur røtur úr Hvalba og Porkeri. Pápin Ásbjørn var úr Hvalba og mamman Ninna úr Porkeri. Tey vóru niðri undir krígnum. Fáar mánaðir gamal kom Niels í 1946 til Hvalbiar. Fyrsti Nattestad í Føroyum æt Thor.
Hann kom um 1780 úr Kongsbergi í Noregi. Skjótt giftist hann garðagentuni í Stórstovu og tók við fýra marka garðinum. Nattestadfólk í Føroyum fara í summar til Noregs at skoða garðin Nattestad, sum er upphavið til eftirnavnið. Har á leiðini verður navnið framborið sum ?Nasta?.