Á Læraraskúlanum hevði Niels Nattestad bæði eldri og yngri lærarar. Har vóru royndir menn sum Martin Holm, Bjarni Niclasen, Thomas Nygaard og Sofus Joensen, men eisini yngri lærarar sum Hans Holm, Ólavur Hátún og Ása Hátún. Umstøðurnar á Frælsinum vóru sera góðar. Har var eisini gott lív í Næmingafelagnum, sum eitt nú slóðaði fyri í flogbólti. Niels var í praktikk í Hvalba og á Glyvrum. Í 1971 fekk hann starv á Venjingarskúlanum. Tíggju ár seinni varð hann varaskúlastjóri, og frá 1996 var Niels Nattestad stjóri á Venjingarskúlanum, til hann legði frá sær í 2007.