Pætur Rasmussen búði nógvastaðni í Grønlandi í 30 ár. Eftir Upernavik var hann í Christianshåb og Illulisat/Jakobshavn. Veðurlagið var ongastaðni tað sama. Eitt veðurlag er í Suðurgrønlandi, eitt annað á Nuuk-leiðini, eitt triðja í Diskovíkini og eitt fjórða í Thule.
Serliga nógv tyrluferðsla var til Jakobshavn nærhendis Marmorilik. Pætur fekk starv sum støðleiðari hjá Grønlandsfly suðuri í Narsarsuaq, og fimm ár seinni flutti hann til Syðra Streymfjørð.