Pætur Rasmussen tók ímóti evropeiskum ríkfólkum, sum komu til Grønlands við Concorde-flogfari úr Paris. Úr Streymfjørðinum varð farið at uppliva ísfjøll og midnáttarsól. Hetta datt burtur, tá flogfarið fórst.
Pætur stongdi í 2002 sítt Greenland Incoming. Hann hevði bara verið eina løtu við hús, tá stjórin í Atlantsflog ringdi. Dagin eftir var Pætur í starvi har. Fyrst leiðari á støðini, og hann hevði síðani við tilrættalegging og leigu at gera.