Pál Weihe var leingi mestsum dagligur gestur í hvørjari stovu, har hann legði fólki lag á, hvussu tey áttu at bera seg at, meðan koronasóttin herjaði. Nú tekur hann saman um almenna átakið. Hann hevur eisini verið kendur fyri sín áhuga fyri kyksilvuri í grind. Hetta fyribrigdi kom upp í 70unum og Pál Weihe fekk áhuga fyri málinum í 80unum. Hann er føddur og uppvaksin í Sørvági. Bæði for-eldrini, Carolina og Petur Weihe, vóru sørvingar. Tá Pál gekk í skúla, fingu sørvágsbørn nýggjan framkomnan skúla. Pál metti seg at vera frammarlaga millum sibbarnar. Í 3. real varð flutt á Giljanes.