Pàl Weihe er í vísindaligum bólki, sum granskar í Arktis. Arktiska ráðið stovnaði bólkin, sum ser-liga kannar dálkingarevni í fólki. Pál hevur verið limur í nógvum almennum ráðum í Føroyum. Eitt var rúsdrekka- og narkotikaráðið, sum uppplýsti um hiv, tá tað kom fram, og gjørdi tilmæli til lands-stýrið um rúsdrekkallógina, sum varð samtykt í 1992. Pál var eisini í fyribyrgingarráðnum og fólka-heilsuráðnum. Tá hann legði frá sær, helt eitt blað, at tað var tíð uppá, nú hann hevði forskrekt før-oyingar í 27 ár.