Tað var spennandi at vaksa upp niðri í Bøgøtu í Havn. Í hesi sendingini sigur Palli Gregoriussen sína søgu um grannar og grannalag. Hann gekk í privatskúla hjá mostur síni, áðrenn hann fór í millum- og realskúlan.
Nógvir bøfressar komu á dreingjaliðið hjá Havnar Fimleikafelag, og tað var skjótt, at teir vóru fremstir í kappingum. Bæði í 1949 og 1950 vóru teir uttanlands við HF. Teir stovnaðu eisini ítróttafelagið Bragdið, sum íðkaði frælsan ítrótt og bygdi sær hús í Gundadali.