Palli Gregoriussen fór 16 ára gamal í 1948 at arbeiða hjá arkitektinum Olafi Mortensen av Argjum. Hann hevði teknistovu og byggifelag saman við øðrum. Teir arbeiddu eitt nú við nýggja telefonhúsinum í Havn og Sjómansheiminum. Hesi árini varð gingið á tekniskum kvøldskúla.
Í 1953 fór Palli á handverkaraskúlan í Haslev at lesa til byggifrøðing og í 1957 á arkitektaskúlan á Charlottenborg í Keypmannahavn. Veturin 1949-50 var Palli á ítróttaskúla í Ollerup í Danmark.