Pauli Ellefsen giftist í 1963 við Henny Rasmussen. Mamman var Egholm úr Havn. Tá Paula stóð í boði at gerast partnari í C. Jespersen í Keypmannahavn, helt konan, at tey heldur skuldu fara til Føroya. Pauli kastaði saman við Jógvani Sundstein um grannskoðaravirki. Í 1974 kom hann á ting fyri sambandsflokkin, og varð valdur formaður eftir Trygva Samuelsen, sum hann hevði vunnið á. Flokkurin hevði framman undan valt hann í prísráðið, og sum grannskoðari hevði Pauli Ellefsen nógv at gera við eitt nú Ídnaðarfelagið. Sum tingmaður varð hann valdur í Norðurlandaráðið.