Í 1978 kom sambandsflokkurin sterkur inn á ting við Paula Ellefsen á odda. Samgongan hjá javnaðarflokkinum, tjóðveldisflokkinum og fólkaflokkinum helt kortini fram í tvey ár, men slitnaði so. Tá kom sambandsflokkurin fram at saman við fólkaflokkinum og sjálvstýrisflokkinum, og í januar 1981 varð Pauli Ellefsen valdur til løgmann. Flokkurin spurdi fyrst skrivstovustjóran Johan Djurhuus, um hann vildi taka við løgmanssessinum, men hann bar seg undan.
Jógvan Arge legði til rættis í 2011.