Petur Sigurd Rasmussen tók studentsprógv í Havn í 1953. Summarið 1954 var hann í Grønlandi við sluppini "Skarvanesi," sum mammubeiggin Ewald Hentze førdi.
Heystið 1955 fór hann niður á kunstakademiið at lesa arkitektur, men legðist skjótt sjúkur og kom heimaftur. Lítil og skjótur, sum hann var, gjørdi hann vart við seg í ítrótti.
Hann fekk fýra landsdystir i fótbólti. Tveir móti Hetlandi og tveir móti Íslandi. Hugaligari var at spæla móti hetlendingum.